Valmynd

Navia

Navia er ein av leiðandi tógv- og ullaframleiðarunum innan siðsøguliga føroyska sniðgeving, troyggjur og bindimynstur. Navia hevur nú víðka um sítt virksemi við einum handli á alnótini. Tað er Beak sp/f, ið hevur frammleitt nethandilin fyri Navia.

Navia hevur fingið eina nýggja og flotta heimasíðu, sum kann teljast millum ein av størstu nethandlunum í Føroyum. Á nýggju heimasíðuni ber eitt nú til at keypa yvir 300 føroysk bindimynstur, ið verða send sum PDF-fíla beinleiðis til kundan umvegis teldupost innanfyri eitt minutt eftir keypið.

Hetta er nakað nýtt í føroyskum høpi, sum vit eru sera spent um at kunna veita sum eina tænastu, og verður síðan so líðandi dagførd við fleiri av okkara vørum,” sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri.

Navia selur eisini tógv, troyggjur, undirklæði og annað tilhoyr til bæði kyn innan allar aldursbólkar.

Keypir tí t.d. eina troyggju á heimasíðuni verður troyggjan send við posti beinleiðis til kundan – líka mikið hvar í heiminum hann ella hon býr. Nethandilin er á trimum málum: føroyskum, donskum og enskum og kann umframt vísa prísir við donskum krónum og evrum.

Beak hevur ment heimasíðuna hjá Navia. Tað var umráðandi fyri Navia, at nethandilin skuldi verða í fleiri tungumálum, kunna hava ymisk gjaldoyru og hava møguleika fyri internationalari sølu, har hædd veðrur tikið fyri MVG, frakt osv. Beak hevur allan tann førleika, at menna ein slíkan nethandil, og eru vit sera fegin um úrslitið.

Vit á Beak ynskja Navia hjartaliga til lukku við nýggja nethandlinum!

Kundi
Navia sp/f

Útgivið
14/04 - 2016

Heimasíða
http://navia.fo

Tags
E-commerce, Forritan, PrestaShop, Responsive,