Valmynd

Mannakorn

Mong kenna tey góðu, gomlu mannakornini, og við appini "Mannakorn" eru hesi vorðin talgild. Her kanst tú skjótt og lætt taka eitt mannakorn og lesa eitt bíbliuvers. Til ber at deila versið á facebook ella sum sms, umframt at goyma versið sum eitt av sínum yndisversum.

Bæði í Victor Danielsens og Jákup Dahls týðing.

Fyrsta app hjá Beak

Mannakorn er fyrsta app, ið er ment av Beak og hevur verið ógvuliga væl móttikin. Appin er ment til iOS eindir, ið merkir at hon riggar á iPhone, iPod Touch og iPad.

Í longri tíð høvdu vit hoyrt eitt ynski millum fólk, at fáa mannakornini á sína fartelefon. Ongin tílík app varð gjørd á føroyskum máli áður, og hugsaðu vit at hetta varð eitt uppilagt app at menna.

Vit settu sum mál, at Mannakorn skuldi verða lætt at brúka, og verða ein stílrein app – skorin inn á bein – soleiðis, at ‘mannakornið’ varð miðpunktið.

 

case-mannakorn-ipad

Kundi
Beak (Innanhýsis)

Útgivið
15/07 - 2013

Heimasíða
http://beakstudios.com/mannakorn

Tags
Design, iOS,