Valmynd

ClearComm

ClearComm er ein talgild dagsskráð og samskiftisamboð til tey, ið hava autismu. Við at nýta eina mynda-daggskrá*, kunnu foreldur og hjálparfólk, leggja aktivitetir til rættis fyri dagin hjá einum brúkara, og lættliga leggja fleiri dagar ella vikur tilrættis. Tað er líka lætt at broyta eina dagsskrá.

Dagsskrá við myndasamskifti

ClearComm ger tað lætt og skjótt, at leggja eina dagsskrá til rættis, fyri búfólkið á stovni tínum. Stýringin fer fram beinleiðis í kagaranum á øllum nýmótans teldum og teldlum. Brúkarin kan nýta einhvørja nýmótans eind, so sum smart-telefon, teldil ella teldu fyri at síggja og brúka dagsskránna. At seta eina dagsskrá saman tekur fáar minuttir. Hvør brúkari fær sína egnu dagsskrá, sum kann brúkast frá ein kagara ella ClearComm appini, ið fæst til iOS eindir.

ClearComm er fróðliga ment av Beak. Skipanin er ment í tøttum samstarvið við ein stovn, og vit leita altíð eftir háttum, ið kunnu betra um ClearComm.

Vit ynskja at skipanin skal vera eitt tól, sum ikki bara ger tað møguligt hjá foreldrum og hjálparfólki at betra um teirra arbeiði, men eisini gera tað møguligt fyri brúkaran, at betra um teirra samskiftið og dagligu gongd.

clearcomm-admin

Kundi
Beak (Innanhýsis)

Útgivið
15/02 - 2015

Heimasíða
http://www.clearcomm.fo

Tags
AJAX, CSS3, Design, HTML5, iOS, jQuery, Responsive, Symfony2,