Valmynd

Blái Krossur Føroya

Blái Krossur Føroya hevur fingið eina nýggja og snøgga heimasíðu, ið er sniðgivin og ment av Beak. Heimasíðan er framleidd í nýmótans sniðið og er responsive, ið merkir at hon arbeiðir væl saman við øllum eindum.

“Vit gleðast um at hava fingið eina greiða og snøgga heimasíðu, har lætt er at finna teir upplýsingar, fólk hava brúk fyri.” – Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya

Blái Krossur hevði tørv á einari nýggjari heimasíðu, tá gamla heimasíðan var vorðin gomul og ótíðarhóskandi. Umframt skuldi Blákrossheimið, ið er partur av Bláa Krossi, fáa egna heimasíðu. Tískil varð upplagt at nýmótansgera høvuðssíðuna eisini.

Beak fekk heiðurin at framleiða heimasíðurnar – frá sniðgeving og uppsetan til forritan av heimasíðuloysnini. Sera stórur dentur varð lagdur á, at heimasíðan skuldi verða einføld og stílrein, soleiðis at innihald og myndir skulu verða í fokus. Arbeitt varð eisini við, at heimasíðan skuldi verða einføld at brúka og løtt at ferðast runt á.

Nýggja heimasíðan er eisini útgjørd við einum e-handli, ið ger tað møgulligt hjá fólki, at stuðla Bláa Krossi Føroya fíggjarliga, gjalda fyri tiltøk osv.

Heimasíðurnar eru framleiddar responsive, ið merkir at tær arbeiða sera væl við øllum eindum: teldum, teldlum og snildfonum. Uppgávan hevur verið spennandi og eru vit sera væl nøgd við úrslitið.

“Hjá okkum í Bláa Krossi er neyðugt, umframt at hava Blákrossblaðið, faldarar og annað, eisini at vera sjónlig á internetinum og annars í sosialu miðlunum. Hetta er ein týðandi partur av okkara sýnisglugga, har fólk kunnu leita sær upplýsingar um okkara arbeiði, og hvat vit annars hava at bjóða.” – Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya

Heimasíðan hjá Bláa Krossi Føroya sæst her: blakross.fo

Heimasíðan hjá Blákrossheiminum sæst her: blakrossheimid.fo

bk-brand-fb

Kundi
Blái Krossur Føroya

Útgivið
22/06 - 2015

Heimasíða
http://www.blakross.fo

Tags
Design, E-commerce, Forritan, Responsive, WordPress,