Valmynd

Beinta

Beinta á Torkilsheyggi er ein professionell myndlistkvinna, við útbúgving frá University of the Arts í London. Beinta ynskti eina reina heimasíðu, har hon kundi seta myndir sínar í miðdepilin.

Sermenning av heimasíðuloysn

Beak hevur sniðgivið heimasíðuna saman við Beintu, har endamálið varð at fáa ein reinan og ljósan stíl. Høvuðsmálið við heimasíðuni er, at seta myndirnar í fokus og leggja minni dent á alt annað.

Umfram sniðgávu av heimasíðuni, hevur Beak ment heimasíðuna frá botni av, ið merkir at heimasíðan er skræddaraseymað júst til tørvin hjá Beintu. Tað skal verða einfalt, at leggja myndirnar á heimasíðuna, soleiðis at Beinta kann brúka orku sína upp á, at taka myndir.

Kundi
Beinta á Torkilsheyggi

Útgivið
30/01 - 2015

Heimasíða
http://www.beinta.com

Tags
AJAX, CSS3, Design, HTML5, jQuery, Responsive, Symfony2,