Valmynd

Mentu appir við køksborðið

Á summri 2013 byrjaðu tríggir ungir garpar, at menna appir, heimasíður o.a. í køkinum hjá einum okkara í Aarhus - nógv er hent síðani.

Fyrsta útgáva hjá Beak varð Mannakorn, ið er ein einføld iOS app, har ein kann hava hundraðtals bíbliuvers á fartelefon síni. Vit løgdu stóran dent á, at appin skuldi verða løtt at brúka, og at hon samstundis sá gott út. Mannakorn varð sera væl móttikin, og vísti hetta okkum at vit dugdu eitt ting ella tvey.

Design is not just what it looks like and feels like. Design is how it works.” - Steve Jobs

Ein góð samanseting

Garparnir eru allir í Danmark, har teir hava fingið sær útbúgving innan sniðgeving, forritan og KT. Levi er útbúgvin bachelor í IT-Produktdesign frá Aarhus Universitet og hevur vitan innan user experience design og usability. Virgar hevur útbúgving í Computer Science og tekur sær av allari tungari forritan og systemuppsetan. Pól Andrias hevur lokið multimediedesign útbúgving í 2014, við frískastu vitan innan sniðgeving og heimasíðuforritan.

Saman eru vit eitt sterkt toymið.

"Innovation is not just about technology, it’s about how it improves everyday life." - Samsung

Fokus okkara

Vit elska góða sniðgeving og ting, ið eru einkult og góð at brúka. Vit ynskja altíð, at hava fingurin á pulsinum og hyggja eftir hvør nýggj trend kemur fram, og hvør tøkni er á marknaðinum. Við at prøva nýggjar spennandi hentleikar, kunnu vit sniðgeva og forrita nýmótans loysnir, ið rigga á øllum nýmótans eindum, so sum teldum, teldlum og á smarttelefonum.

Búmerkið

brand-logo-preview

Beak er enskt og merkir ‘nev’ ella ‘nevið’ á føroyskum. Búmerki hjá Beak er inspirerað av Føroyum og føroysku náttúruni. Sjálvt búmerkið hevur skapið av nevinum á lundanum í hvítum formi. Blái rundingurin aftanfyri nevið er ímyndin av sjógvi.

 

Í dag hevur Beak kontór á Toftum í Føroyum. Virksemi okkara er blivið munandi størri síðan vit sótu runt um køksborðið og tøppaðu á knøttarnar. Vit ynskja altíð, at gera okkara besta og at levera loysnir, ið vit kunnu verða stoltir av.

Starvsfólk

  • Pól Andrias Larsen

    Sniðgevi & Front-end mennari

    e-mail: pal@beak.fo

    tlf: +298 234021

  • Levi á Torkilsheyggi

    Forritari & Experience design

    e-mail: lt@beak.fo

    tlf: +298 234022

  • Virgar Poulsen

    Forritari & systemdesign

    e-mail: vp@beak.fo

Samband



Bústaður: Oyrarnar 10, FO-650 Toftir, Føroyar

E-mail: beak@beak.fo

Telefon: +298 20 40 20

V-tal: 614351


Oyrarnar 10, Toftir, Føroyar