Føroyskt framleiddar appir, heimasíður og skipanir í heimsflokki

Beak eitur nú Lunnar. Vit eru framvegis teir somu, og málsetningurin, sum er at framleiða heimasíður, appir og skipanir í heimsflokki, er hin sami.

UX/UI sniðgeving

Sniðgeving og brúksupplivingar til appir, skipanir og heimasíður.

Heimasíður

Sniðgeving og menning av heimasíðum, umframt skræddaraseymaðar serloysnir.

Appir

Sniðgeving og menning av appum til iOS og Android eindir – fartelefonir og teldlar.

Skipanir

Sergjørdar skipanir til ein hvønn tørv, við íbinding til eksternar tænastur, til dømis veðurstøðir, bókhaldsskipanir v.m.

Vit deila vitan

Lunnar hevur framleitt ein vitananargrunn, har ymisk evni verða viðgjørd, sum hjálpir tær við heimasíðuarbeiði, UX og øðrum.

Tilgongdin til nýggju loysnina

Vit menna ta nýggju loysnina eftir føstum leisti, sum tryggjar, at tú, sum kundi, altíð fært tað, tú biður um, og at framleiðslutíðin verður so stutt og trygg, sum gjørligt.

Fyrireiking &
ráðgeving
Sniðgeving &
prototýpa
Implementering &
forritan
Levering &
undirvísing
Útgáva &
uppfylgjan

Vit eru Lunnar

Vit kunnu siga, at vit stremba eftir at gera tær bestu appirnar, heimasíðurnar og skipanirnar í landinum, tí vit hava førleikarnar og royndirnar.

Pól Andrias Larsen

UX/UI & front-end mennari
Multimedia Design & BA. Web Development

Levi á Torkilsheyggi

UX & forritari
BSc. IT Product Development

Signar Nielsen

Forritari
BSc. í datalogi, HD(R), CISA, CRISC

Mikkjal Nielsen

Mennari
Software Engineering

Bárður Hentze Thomsen

Mennari
Computer Science

Tóra Jóhannusardóttir

Sniðgevi
Multimedia Design & BSc. (Hons) Digital Design

Símun Pætur á Torkilsheyggi

Mennari
Lærlingur

Guðri Oddmarsdóttir Larsen

Bókhald
.